Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað hevur verið eitt heilt hampuliga gott summar higartil í ár við lítlum vindi, góðum terra og lýkku ein stóran part av tíðini.

Og dagurin í dag er í so máta onki undantak. Veðurtænasturnar á netinum siga, at hitin fer at liggja ímillum 16 og 18 stig, og tað verður turt og sólglottar.

Tó, tað er ikki líkamikið, hvar ein er staddur í landinum. Og í dag sær út til, at best er at vera norðanfyri.

Veðurkortið hjá Landsverki vísir, at í skrivandi løtu er mesti hiti 17 stig, og tað finna vit eitt nú í Sørvági, Gjógv, Kambsdali og Norðskála. Men leggjast kann afturat, at fleiri av hitamátarunum standa høgt, og vísa tí ikki rætta hitan í bygdunum, sum liggja niðri við sjóvarmálan, har hitin vanliga er nøkur stig meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo