Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt er, at man hevur hevnt seg inn á sín gamla flokk, Vinstra við at stilla upp sum mótflokkur, men síðani at vera so ússaligur tapari, tí man IKKI fær nakra politiska lykla-rollu, at man vágar sær at ringja sjálva valgnátina líka til Grønlands fyri at leggja beinleiðis politiskt trýst á ein grønlendskan fólkatingskandidat, er heilt ósømiligur parlamentariskur atburður.

Man skal vera tann gjøgnum-korrupti og perfidi Lars Løkke fyri at kunna loyva sær at bera seg at sum ein so óforskammaður skemdargestur.

Søren Gade, tann heiðurligi Vinstramaðurin og fv. partamaðurin hjá Løkke, hevur ofta ávarað hvassliga ímóti tí markleyst freka opportunistinum, Lykkju-Læarsi, sum er heilt uttan moral og ikki hevur nakra ideologi, men bara vil hava makt og helst misbrúka hana skammleyst til heilt persónlig endamál.  

Hugsið bara um, hvussu hann válkaði sær í Hirtshals við einum av teimum frekastu og ríkastu Fiska-kvotu-oligarkunum í Norðurjyllandi.

Tað er tankavekjandi, at hesin politiski bedragarin, sum næstan knústi tað danska hospitalsverkið við at krevja heilt órealistiskar 2% sparingar um árið av fólki í heilsusektorinum, hevur nógvar ovurløgnar og mystiskar beundrarar í Føroyum.       

Føroyingar vita kanska ikki av, at  hann plyndraði flokkskassan hjá Vinstra fyri 173.000 kr til at keypa sær undirklæði, skógvar og brøkur fyri.  

Hann gekk í sera smáum politiskum skóm og var moralskt næstan heilt brókaleysur!

Tað dámdi avgjørt ikki Vinstramonnum í jyskum bygdum.

Tær ómenniskjansligu sparingarnar í sjúkraverkinum vóru fulkomuliga sinnsjúkt óansvarligar, og fleiri sjúkrapleyirskur og læknar mistu næstan ondina og allan arbeiðshug við  hesi trælapísking av hospitalsmanningunum.

Seinasta vitleysa uppskotið, hann hevur funnið uppá, er at herja á fólkapensiónina, sum var tað politiska meistarastykkið hjá talentfullum idealistiskum javnaðarpolitikarum  sum H C Hansen, Viggo Kampmann og Jens Otto Krag, intelligentir skilamenn sum tann fjaðursári fuskarin Løkke ikki hevði nátt til sínar ekstremt lágu øklar.

Men sami maðurin, sum kravdi barbariskar sparingar av alment løntum fólki, hevur ongantíð havt nakad mark fyri, hvussu hann privat hevur misbrúkt bæði almennar kassar við flogferðum á fyrsta klassa sum ein múgvandi Krøsus, og harafturat sín táverandi flokkskassa hjá Vinstra, hóast hann er ein ynkulig politisk skuldareyv úr Græsted kommunu.

Tá ið skemtarin Jan Gintberg hoyrdi um tekstilplyndringina hjá Lars Løkke, helt hann kortini fyri, at "hvis man kan få DEN mand til bare at se nogenlunde ordentlig ud, er de 173.000 kr givet ganske godt ud."

Tað tykist sum um tann politiski kannustoyparin Magni Arge beint nú liggur heilt á búkinum fyri Larsi Løkke og smáslevar fyri tí fjaðursára danska politiska svindlaranum.   

Virgar T. Daslsgaard​

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo