Seinasta sýningin av føroyska leikinum Lykkenborg - á enskum Castle of Joy - var leygarkvøldið í London, og sum skilst vóru allar fimm sýningarnar væl vitjaðar.
Leikurin hevur verið sýndur í the Barbican og vóru allar sýningarnar so gott sum útseldar, frættist.
Teatursalurin the Pit í the Barbican hevur pláss fyri 150 áskoðarum.
Leikurin hevur fingið í øllum førum tvey sera góð ummæli.
Ummælið í thereviewshub.com og í broadwayworld.com
Í báðum ummælunum fær leikurin 4 av 5 møguligum stjørnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo