Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgtingið viðgerð um, at verja rættin hjá kvinnum, at stýra egnum kroppi og blaka rættindi hjá barninum, at liva. Upp til 12 vikur er barnið í vanda fyri at doyggja bara tí kvinnan vil sleppa av við barnið um tað verður samtykt.

Tað er ein annan kroppur inni í hjá mammuni. Talan er ikki bara um ein drong, men eisini ein genta sum verður ein menn og kvinna sum skal stýra okkara landi. Hetta barnið er komandi ættarliðini, sum skal bera Føroyar víðari. At gera Føroyar til eitt betri land, betri samfelag, og gera tað betri fyri at liva.

Vit hava ein trupulleiki í Føroyum sum leiðir til, at kvinnan vil velja fosturtøku. Enn tá at fara til Danmarkar, fyri at fáa fosturtøku. Vit hava alt ov høgan prís fyri at búgva, og at verða mett av føði. At man ikki eingongd kann sjálvur liva, er trubult at bera barni við sær. Tað er alt ov líti hjálp at hava barn í føroyum í hesi dýri samfelag. Vit skulu geva betri hjálp enn í Danmark soleiðis, at fólk ikki noyðist at fara til Danmark, at fáa hjálp.

Samgongan vil loysa trubuleikan við at velja fosturtøku. Men hetta er ikki ein loysn til sjálva trubuleikan men er bara ein viðger sum skaðar meira enn tað hjálpir. Løgtingið samtykti, at barsilsgjaldi skal hækkast upp til 30.000 kr. Hetta er ein av teimum rætti loysnum og ikki fosturtøku. Hjálpi meira soleiðis, at bæði mamman og barni kann liva. Vit mugu tryggja okkara framtíð við at velja lív! Uttan børn fer Føroyar í konkurs.

Løgtingi skal taka ábyrd. Løgtingi skal ikki blaka ábyrdina til kvinnuna og siga, at einasta loysnin er fríða abort. Vissi vit hyggja eftir heiminum, so er føðitali lækkandi. Fleiri blíva eldri og fólk sum tekur av teimum er lækkandi. Hví arbeiðir hægsti mynduleiki við, at fáa fosturtøku ígjøgnum og ikki at hækka føðitali í Føroyum.

Pápar blíva aftur blakaður úr av kjakinum um fosturtøku. Uttan pápar hevur einki barn verið í móðurlívinum og ofta er ótrúgvar pápar sum er rótin av trubuleikanum. Men teir sleppa ikki, at siga eitt orð um fosturtøkumálinum. Tað rætta er, at fáa mannfólki upp í kjaki og kjakast skal um hvussu mannfólki skal taka ábyrd og kunna hjálpa mammuni. At geva bara kvinnan rætt til at bestemma um barni skal liva ella doyggja er ein óhugnalig heimild sum skuldi ikki veri loyvi til. Eingin hevur rætt til at bestemma um ein skal liva ella ikki.

Eitt fostur er ikki ein kreft sum skal fjernast tí tað er komi óvanta. Eitt barn kemur einans um bæði maður og kvinna opnar dyr til, at barni verður til veruleiki. Eg eri heilt vísur í at vissi kvinnan hevur tiki ábyrd við sínum egnu kroppi frá byrjanin av hevur hatta barni ikki veri til.

Vit skulu velja lív fyri at tryggja okkara framtíð.

Petur Asano

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo