Eri pendlari norðaneftir, sum dagliga skal til Havnar.
Teinurin úr Kollafirði og suðureftir er ein tann mest trafikeraði í landinum, og hevur ferðslutrygdin sjálvsagt stóran týdning.
Tí hesir spurningar:
- Í Kollfjarðartunlinum hevur stórur leki verið undan loftinum í mánaðir, har sprænurin stendur niður á vegjaðaran. Hví verður lekin ikki tettur ella veittur burtur?
- Aðrir smærri lekar eru seinnu árini eisini slopnir at renna út á vegbreytina.
- Hóast ljósini undir loftinum vóru skift fyri nakað av tíð síðani (tikin úr Gásadalstunellini, sigst), so eru aftur støð, har ljósini ikki lýsa.
- Einki útvarp er í tunlinum. Tað burdi ikki verið nøkur rakettvísund at fingið útvarp at rigga í tunlinum?
- Frá tunnilsmunnanum og suður á Hvítanes varð hegnað fyrraárið, so seyður ikki sleppur á vegin. Hetta stigið var framúr gott og økir munandi um ferðslutrygdina. Hóast hesa hegning, so gongur seyður javnan og rekst framvið vegnum/á vegnum til stóran ampa fyri trygdina. Hvør hevur ábyrgdina av tí?
Pendlari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo