Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Hagstovan býtir sum er fólkatalið á ríkisborgaraskap og føðiland, men fleiri hava víst á tørvin á einum hugtaki, sum hagfrøðiliga betur og neyvari lýsir persónar, sum í longri áramál hava búð og virkað í føroyska samfelagnum. 

Ein persónur kann til dømis vera føddur í øðrum landi, men hevur annars búð í Føroyum alt lívið. Føðilandið hjá einum persóni lýsir soleiðis ikki, um mann hevur búð og virkað í Føroyum. Nýggja hugtakið 'bústaðartilknýti' hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. 

Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Hugtakið tekur støði í treytum, sum eru til ríkisborgaraskap í øðrum londum. Les meira um nýggja hugtakið niðast á síðuni. 

94 prosent hava bústaðartilknýti
Meginparturin av fólkinum í Føroyum hevur bústaðartilknýti til Føroya. Minst einaferð í lívinum hava tey verið búsitandi í Føroyum annaðhvørt helvtina av lívinum ella í tilsamans 7 ár av einum 10 ára tíðarskeiði. 

Grafurin niðanfyri vísir, at 94 prosent av fólkatalinum høvdu bústaðartilknýti til Føroya 1. januar í ár. Fyri 10 árum síðani vóru tað 98 prosent, sum høvdu bústaðartilknýti. Í árunum undan 2013 høvdu millum 96 prosent og 98 prosent av fólkinum bústaðartilknýti. Síðani er prosentparturin minkaður støðugt niður í 94 prosent.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo