FSF: Sunnudagin 3. apríl verður sjøtul settur á kappingina um Løgmanssteypið 2022. Fyrst á skránni eru dystirnir í undanumfarinum, og smáar tvær vikur seinni, hósdagin 14. apríl, sum er skírishósdagur, verður 1. umfar í kappingini spælt.
Lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og 1. umfari verður í 3-2 í sjónvarpinum í kvøld (mánadagin 28. mars, blaðm.), sum byrjar beint eftir Dag og Viku.
Liðini í undanumfarinum eru FC Hoyvík, FC Suðuroy, MB og Royn.
Finalan í fjør var millum B36 og NSÍ. Eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1, og tí mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn B36, sum dróg longra stráðið í brotssparkskappingini, kundi taka ímóti Løgmanssteypinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo