Tórshavn kommuna: Nú ber til at tekna seg til lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Talan er um trý grundstykki í útstykking frá 2017.
Stykkini eru 5-600 fermetrar til støddar og kosta 245.000 – 265.000 krónur. Stykkini eru ikki útgrivin og planeraði.
Grundstykkini, ið kastað verður lut um, eru matrikkul nr. 91n, 91ab og 91y. Verða fleiri grundstykki í útstykkingini latin inn aftur til kommununa seinni, verða tey eisini við í lutakastinum.
Freistin at tekna seg til lutakastið er 4. apríl 2024
Les meira um treytirnar og melda til á síðu okkara um kommunalar útstykkingar:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo