Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið seinastu 20 árini, og tað er, at lundin í Mykinesi minkar alsamt í tali.
Tað sigur Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi, í samrøðu við útvarpið.
Hann sigur, at hann hevur hildið eyga við sildberanum, men tað vísir seg sum, at hann ber pisuni lítið og at tað heldur ikki er nebbasild men yngul av onkrum slagi, sum hann kemur við.
- Eg rokni við, at pisurnar fara at doyggja, sigur Eddie Lauritsen.
Hann leggur tó afturat, at tað kann broytast skjótt, um tað sum fuglurin skal liva av kemur nærri landi, so tí ber ikki til at siga nakað við vissu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo