Atli Gregersen, stjóri í Luna sigur við VP, at avtala er gjørd um at keypa Smiðjuna, men at hon er treytað av at nøkur formlig viðurskifti fáast upp á pláss.
Ætlanin var upprunaliga at byggja ein nýggjan 400 fermetur stóran bygning, sum Luna fekk byggiloyvi til herfyri frá Vága kommunu, men við keypinum av tí sum vanliga verður kallað Smiðjan, so fær Luna nú 1500 fermetrar, og ætlanin um at byggja nýggjan bygning er slept.
Atli Gregersen sigur, at tá ið øll tey formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, so verður farið undir at umvæla bygningin.
- Bygningurin ella Landstøðin, fer at gera umstøðurnar hjá starvsfólkunum munandi betri, umframt at vit eisini fáa útgerð undir tak.
- Krøvini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vóru at vit gjørdu ymiskar broytingar, og nú verða so stig tikin til tað, sigur Atli Gregersen við VP.
Einki verður sagt um, hvussu nógv Smiðjan er keypt fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo