Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Søgan um 47 ára gamla John Jacob Astor er ein av fleiri hugtakandi hendingum sum fóru fram løtuna áðrenn Titanic sakk 14. apríl 1912. Hann syrgdi fyri, at konan, sum var við barn, kom við einum av bjargingarbátunum. Sjálvur visti hann, at seinasta løtan var komin, so hann roykti sína seinastu sigarett, áðrenn hann endaði í ísakalda sjónum, har hann doyði í kulda saman við nógvum øðrum. Tá líkið seinni varð bjargað, funnu tey urið, sum nú er selt á uppboði, í lummanum.  

Umframt urið vóru eisini fleiri aðrir lutir seldir á uppboðssøluni. Eitt nú violinhúsin sum orkesturleiðarin umborð, Wallace Hartley, átti. Hann hevði surrað taskuna fasta um kroppin, kanska fyri at fáa betri flot, men hann varð eisini funnin deyður nakrar dagar eftir at Titanic sakk, skrivar BBC

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo