Higartil hevur Luksusdjór.fo bert verið ein heimasíða sum selur ymiskt til djór, men tann 29. apríl verður ein handil latin upp í Sørvági.
Luksusdjór.fo fer at halda til í Løðuhandlinum.
Tað eru tey bæði Louisa Golightly og Limberg Michelsen sum eiga og reka heimasíðuna luksusdjor.fo.
Heimasíðuna hava tey havt í skjótt eitt ár, og sambært Louisu Golightly, sum VP hevur tosað við, so hevur heimasíðan selt væl, so hon hevur góðar vónir um handilin eisini.
Í løtuni verður Løðuhandilin settur í stand til endamálið. Ætlanin er eisini at hava eitt størri vøruúrval, nú umstøðurnar við einum handli eisini gerast betri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo