Seinni í hesum mánaðinum kemur poppbólkurin Lukas Graham til Føroya at hava tvær konsertir í høllini á Hálsi í Havn. Í fyrsta umfari var ætlanin at hava eina konsert, men hon varð útseld eftir fáum tímum, og tí varð eykakonsert sett á skránna.
Tað er ikki bert í Føroyum, at Lukas Graham er tað heilt stóra. Nú tilnevningarnar til Danish Music Awards eru gjørdar, er Lukas Graham millum tey mest tilnevndu. Lukas Graham er tilnevndur til fimm ymiskar heiðurslønir – til ársins útgávu, ársins bólk, ársins sangskrivara, ársins poppútgávu og til serliga áhoyraraheiðurslønina.
Longu dagin eftir konsertirnar í Føroyum kann Lukas Graham vinna heiðursløn, tí tað verða MTV European Music Awards hildnir, og har er Lukas Graham í uppskoti sum besta danska navnið í ár.
Konsertirnar við Lukas Graham í Føroyum verða fríggjakvøldið 23. oktober og leygarkvøldið 24. oktober. Konsertin leygarkvøld er útseld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo