Tað var so stórur hæddarmunur á ovaru og niðaru síðu á svinginum í Kollfjarðardali, at teir stúrdu fyri, at vognurin við risastóra vindmyllublaðnum kundi koppa. Tí var arbeiðið at flyta bløðini av Oyrareingjum til Gellingarklett, har vindmyllurnar standa, fyribils steðgað í gjár.
- Men nú er gongd við at koma á aftur, og vit eru í holtur við at fáa triðja blaðið niðan nú, upplýsir Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, fyri VP.
Loysnin var at gera svingið hægri á miðjuni, upplýsir Jóhan í Niðristovu.
Les eisini: MYNDIR Royna at koma um hetta svingið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo