Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann danski forsætisráðharrin segði í sínari setanarrøðu her fyri, at forsætisráðharrin væl skilir føroyska ynski um sjálvstøðugan føroyskan WTO limaskap.

Til hetta er at viðmerkja, at skilja ynski hjá einum er eitt – men at stuðla og fremja hetta ynski er nakað heilt annað. At siga, at tú skilir ynski hjá onkrum, flytur ofta fokus frá tí veruliga ábyrgdini: at taka stig til at gera hetta ynski til veruleika. Tí ræður tað ikki bara um at skilja, men um at handla.

Ella sagt á annan hátt, tað er stórur munur á at skilja ynski hjá onkrum, og so at stuðla og fremja tað í verki. At siga, at tú skilir eitt ynski, flytir bara fokus frá tí ábyrgdini, sum krevst fyri at gera tað til veruleika. At skilja er fyrsta stigið, men uttan handling verður tað bara ein tóm játtan, uttan nakra sum helst meining og innihald.

Víðari verður víst á, at málið snýr seg um løgfrøðiligar avbjóðingar, og tí má serstøk nevnd eftir heimastýrislógina avgreiða hesa avbjóðingina.

Fyri tað næsta skal vísast á, at avbjóðingin snýr seg ikki um løgfrøði, men um politikk.

Hetta málið avdúkar enn einaferð ta veruligu avbjóðingina við núverandi støðu Føroya innan sokallaða ríkisfelagsskapin.

At ein meir ella minni donsk skipað nevnd skal  hava so stóra ávirkan á avgerðir, sum hava so týðandi búskaparlig og politisk árin fyri okkara land, er ikki bert ódámligt men beinleiðis mótsigandi við grundleggjandi hugsjónina  um sjálvsavgerðarrætt Føroya.

Føroyar skulu hava beinleiðis ræði yvir sínum egna uttanríkispolitikki og limaskapi í altjóða felagsskapum.

Hetta er ein spurningur um virðing fyri okkara ynskjum og at virða tann vilja, sum varð sagdur av Føroya fólkið tann 14. september 1946, har fólkið vildi hava eina sjálvstøðugar Føroyar.

Tað er uppá tíðina, at Føroyar taka fulla ábyrgd av egnari framtíð, og loysa. Tí so loysir WTO spurningurin seg av sær sjálvum.

Vit kunnu og skulu ikki lata onnur avgera okkara egnu lagnu.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo