Keldan: Leygarkvøldið 3 juni kl. 20.00, skipar Keldan í Skálafirði fyri stórari lovsangskonsert.
Tað verður lovsangsbólkurin í Kelduni, ið kemur at framføra kendar lovsangir, og áhoyrarafjøldin fær høvið at vera við í sanginum.
Lovsangsbólkurin í Kelduni hevur í nógv ár gingið undan, og slóðað fyri lovsangi innan føroyskt samkomulív. Tey hava latið úr hondum fleiri útgávur á fløgu, umframt stakløg á sosialum miðlum.
Nakrir av tónleikarunum og sangarunum, eru eisini limir í bólkinum, sum stendur fyri lovsanginum og tónleikinum til kenda tiltakið, Teenstreet.
Í fjør spældi Teenstreet bólkurin, fyri fleiri túsund luttakarum, á stórum altjóða tiltaki í Spanien og Hollandi.
Áhoyrararnir kunnu tí vænta sær eina konsert á høgum tónleikaligum støði, har høvi verður til at luttaka í sanginum.
Eisini verður høvi til góðan felagskap og okkurt gott til góman í kafeteriuni, har grillin er opin eftir konsertina.
Konsertin er ókeypis, og eru øll hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo