Bæði topplinja og botnlinja vóru munandi betri enn árið fyri síðsta roknskaparár hjá fyritøkuni Looknorth, sum hevur heimstað á Faktorsvegi í Klaksvík.
Rakstrarroknskapurin hjá felagnum fyri 2020/21 vísir eitt yvirskot á 4,4 mió kr og fíggjarstøðan tá roknskaparárið endaði vísir eina eginogn upp á góðar 27 mió kr. Hesi tølini skulu haldast upp ímóti 3,6 mió í yvirskotið árið frammanundan og eginogn uppá 23,7 mió kr.
Looknorth fæst millum annað við at gera ymiskt pakkitilfar, kassar, bjálving og annað til eitt nú ali- og fiskivinnuna.
Looknorth hevur forskotið roknskaparár.
Árni Skaale er stjóri í Looknorth.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo