Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í KVF kl. 18 í gjár slapp løgtingsformaðurin at staðfesta, at drúgva frágreiðingin í 2010 við heitinum “Frágreiðing um avgerðir at løggilda grannskoðarar” snúði seg um sjálvar løggildingarnar.

Men hetta er skeivt.

Í skrivi til advokatin hjá grannskoðarunum skrivar løgtingsins umboðsmaður beinleiðis: “Endamálið við kanningini hjá mær er at lýsa og viðgera viðgerðina og avgerðirnar hjá myndugleikunum í hesum málum. Klientar tygara eru ikki at meta sum partar í málinum, tó at teir, sum tygum nevna, eru tilnevndir løggildir grannskoðarar í 2007”.

Grannskoðararnir vórðu tí ikki hoyrdir í málinum.

Tað var sostatt ikki sjálvar løggildingarnar umboðsmaðurin fór eftir, men almennu handfaringina av málinum í aðalráðum vm.

Men málið fekk ongar avleiðingar fyri almennu fyrisitingina, hóast tað var fyrisitingin og ikki grannskoðararnir, ið umboðsmaðurin fanst at.

Hinvegin fekk tað avleiðingar fyri nakrar grannskoðarar, sum sambært umboðsmanninum ikki vóru partar av málinum. 

Málið fekk sostatt eina heilt aðra gongd enn tað, sum umboðsmaðurin vildi. Hetta sigur kanska eitt sindur um løgfrøðiligu dømikraftina.

Hvussu Páll á Reynatúgvu fær vent hesum til ein sigur fyri umboðsmannin, er ikki lætt at skilja.

Sí skriv frá Umboðsmanninum

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo