Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Evnið á ráðstevnuni er mannavirði og avleiðingar av fosturtøku. 

Hesi evni í fosturtøkuspurninginum eru merkt av tabu, og tí setir ProVita fokus á tey, við fyrilestrum á høgum fakligum støði við fyrilestrahaldarum úr Onglandi, Skotlandi, Danmark og Norra.

Ráðstevnan verður sett av løgmanni Aksel V. Johannesen fríggjadagin 27. apríl kl. 10.00.  

Skrá:
Fríggjadagin 27. apríl:
10.00 Vælkoma og Aksel V. Johannesen, setir ráðstevnuna
10.15 Fyrilestur við John Smeaton: “Hví fosturtøka ikki skuldi verið loyvd í Føroyum”
11.15 Kaffi
11.30 Fyrilestur við Sølvi Marie Risøy við støði í hennara PhD ritgerð: “Hvørjar upplivingar hava kvinnur, tá ið frávik verða staðfest hjá fostrinum og støða skal takast til úrveljandi (selektiva) fosturtøku?
12.30 Ábit
13.15 Fyrilestur við Clarie Bremner: “Hvørja hjálp kunnu tey fáa, ið líða av seinárini av fosturtøku?”
14.00 Kaffi
14.30 Samanumtøka og samrøða
15.00 Endi

Leygardagin 28. apríl:
10.00 Vælkoma
10:15 Fyrilestur við Peter Øhrstrøm: “Samspælið millum lívsáskoðan og etiska grundgeving”
11.15 Kaffi og spurningar
11.30 Fyrilestur við Emmet Dooley (serliga ætlaður ungdómi): “Hvussu vinna hjarta og sinni gjøgnum samrøðu við ein í senn?”
12.30 Ábit
13.15 Fyrilestur við Ludvig Nessa: “Nær verður eitt menniskja eitt menniskja? Um avleiðingarnar av fosturtøku”
14.00 Samanumtøka og samrøða
15.00 Endi

Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.  

Sí meira á heimasíðuni og Facebook hjá Pro Vita.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo