Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

- Løgmaður hevur ikki eftirlit við Løgtinginum, og tí er tað ikki rætt av løgmanni at meta um uppskot, sum løgtingslimir leggja fyri Løgtingið, og sum umsitingin hevur góðtikið.

- Løgmaður hevur eftir stýrisskipanarlógini ikki eftirlit við Løgtinginum og tingmonnum. Tað er beint øvugt. Løgtingið og tingmenn hava eftirlit við løgmanni.

Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, tinglimi Fólkafloksins, um lógardygdina í uppskotinum um samkynd hjúnalag.

Men hevur nú løgmaður ikki eftirlit við Løgtinginum og teimum samtyktu lógaruppskotunum haðani?

Stýrisskipanarlógin sigur, at hann og Løgtingið hava lóggávuvaldið í felag.

Við staðfestingarrættinum í hondini kann løgmaður sýta fyri nýggjum lógum, har hann ikki er samdur m.a. tí at lógin ikki er í lagi.

Hesi brot úr viðmerkingunum til stýrisskipanarlógina eru annars rættiliga greið:

“Staðfestingarrættur løgmans er ein sýtingarrættur. Løgmaður kann við hesum rætti hindra, at galdandi rættarstøða verður broytt við løgtingslóg.”

“Kongur hevur onga ábyrgd samsvarandi grundlógini, og ráðharri má tí taka ta politisku og rættarligu ábyrgdina fyri, at lógin er í lagi. Hjá okkum er ikki neyðugt, at landsstýrismaður kontrasignerar. Løgmaður hevur fulla rættarliga og politiska ábyrgd sjálvur.”

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo