Løgfrøðingurin vísur til Paragraff 3, stk 1, nummar 2 í fyrisitingarlógini um ógegni, sum greitt vísur, at John Rajani bæði er ógegnigur viðvíkjandi alivinnuni og televinnuni.
- Setanarbólkurin kann ikki seta hesi objektivu kriteriini, sum eru ásett í fyrisitingarlógini vegna integritet og persónlig viðurskifti, til viks.
- Tí undrar tað meg, at setanarbólkurin ikki er meira at sær komin, men setur slíkar objektivar treytir til viks, sigur løgfrøðingur, sum VP hevur spurt, og sum hevur kunnleika um fyrisitingarrætt.
- Skal John Rajani setast í starv sum aðalstjóri í Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum, so má landsstýrið umskipast og Vinnumálaráðið verður punkterað, er hansara greiða niðurstøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo