Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú lobbymaskinan hjá Visit Faroe Islands enn einaferð leggur eftir landbúnaðinum, so noyðast vit, enn einaferð, at tala at. Og biðja Løgtingið lurta.

Uttan mun til hvussu vit analysera málið um “gongd í haga”, so er tað innlýsandi einfalt.

Sambært lógunum hava bóndir og óðalsfólk ognar- og ræðisrættin yvir uttangarðsjørðini.

Ynskir onkur ferðavinnuaktørur at gera túrar í haganum, so er bara gjørligt at skipa fyri hesum, í semju og samstarvi við tey sum varða av jørðini.

Hetta er ógvuliga einfalt. Og tað verður ikki øðrvísi.

Politikkur og mentan
Eisini politiskt er málið ógvuliga einfalt. Tí eingin tinglimur, sum fegin vil verða afturvaldur, fer at gera seg inn á ein mentan, sum gevur so góða meining, fyri so nógvar veljarar.

Søguliga hevur landbúnaðurin verið ein samanrunnin partur av okkara mentan, frá tí at Føroyar vórðu bygdar. Siðvenjan hjá føroyska landbúnaðinum er sterk. Og talið er á teimum sum hava tað til vinnuveg, sum ískoyti til húsarhaldið, sum mentan og sosialt ítriv, er stórt.

Umframt teir umleið 400 festararnar og teirra familjur, eru umleið 7000 ognarfólk úti um alt landið, hvørs húski og skyldfólk fáa gleði og gagn av jørðini og tí grøði hon ber.

Teir politikarnir sum fáa undirtøku, og fara at eydnast, eru sjálvandi ikki teir sum fara í opið stríð við útivið helmingin av Føroya Fólki. Vert at minnast, nú tað kanska skjótt verður val.

Økonomi og økologi
Teir økologisku karmarnir avmarka teir økonomisku karmarnar. Oyða vit náttúruna, so oyða vit eisini okkara egna lívsgrundarlag uppá langt sikt. Tað sigur seg sjálvt, at óavmarkað atgongd hjá øllum, til eitt avmarkað tilfeingið, fer at oyðileggja alt fyri okkum øll.

Tí skal tað skipast við skili. Av teimum sum hava skil fyri tí. Ikki av teimum sum bara hava stuttskygdan fíggjarligan vinning fyri eyga.

Um allir heimsins íbúgvar kunnu koma til Føroyar, og uttan avmarkingar fáa frítt at fara allastaðni, so verður eftir fáum árum als eingin føroysk náttúra eftir. So kann VFI prenta so nógvar faldarar sum tey vilja, ið áleggur ferðafólki at fara væl um. Men avleiðingarnar fyri náttúruna kenna vit tíverri alt ov væl, frá øðrum londum, við alt ov nógvum ferðafólkum.

Kanningar vísa, at fólk fer nógv verri við náttúruni enn fæ. Og samanbera vit Føroyar við væl størri lond, við væl størri vídd av náttúru, so sigur tað seg sjálvt, at okkara lítla oyggjaland er serliga viðbrekið, og at vit hava skyldu at verða serliga ansalig.

Kunningarátøk sum “sheep-view” og “closed for maintenance” skapa kanska clicks og likes á alnetinum. Men marknaðarføring skapar onga burðardygga ferðavinnu, um sjálv ferðavinnan ikki verður avmarkað, í mun til hvat náttúran tolir.

Andsøgnin hjá Visit Faroe Islands
Andsøgnin hjá VFI er eyðsýnd. Við teirra lýsingaherferðum, sum selja Føroyar sum eina ”óspilta” náttúru-uppliving, eru tey samstundis við til at oyða ta náttúru, sum tey selja føroyar uppá.

Guðrið Højgaard kann sikkurt ganda fram okkurt excell-ark, sum lýsir búskaparliga týdningin av, at vit ognartóku alla jørðina í Føroyum, og gjørdu oyggjarnar til eina “forlystelses-park” fyri ríkar útlendingar. Men tað sum hon so hevði verið noydd til at skriva niðast, og við øgiliga smáum bókstavum, hevði verið eitt stórt fyrivarni um langtíðar-útlitini.

Tað kann væl verða at fíggjarligi vinningurin av sonevnda “hvørsmansrættinum” hevði verið stórur uppá stutt sikt. Men hann hevði, sum nú, bara komið nøkrum fáum sterkum ferðavinnuaktørum til góðar. Í longdini hevði føroyska burðardygdin brotna, bæði økologiskt og økonomiskt. Til stóran skaða fyri okkum øll.

Vit sum varða av jørðini kenna, betri enn nakar annar, týdningin av at verja náttúruna og at virða vistfrøðiligu javnvágirnar. Av somu orsøk fara Føroya Óðalsfelagið saman við Bóndafelag Føroya sjálvsagt eisini at verja okkara landbúnaðarvirksemi, vøkstur og djóralív móti avleiðingunum av óskipaðari gongd í haga.

Og tí fara vit sanniliga eisini at hevda okkara rætt, til at krevja tamarhald á ferðafólkatalinum, og at skipa ferðsluna, so ávirkanin á umhvørvið ikki verður ov ógvuslig.

Jarðir hevur eina góða loysn sum kann tryggja skipaði viðurskifti. Tí heita vit sjálvandi á allar partar um at taka væl undir við hesum. Jú skjótari vit fáa skipaði viðurskifti á hesum økinum, jú skjótari fáa vit øll ein felags fyrimun av tí.

Skattafíggjað valdsmisnýtsla
Men tá vit royna at gera vart við hesi sjónarmiðini, so verða vit álopin, av einum almennum stjóra á einum almennum stovni, sum misnýtir sítt vald og sína almennu játtan, til at keypa sær blaðgreinar í bløðunum, í eini desperatari roynd at fáa jarðareigarnar niður við nakkanum.

Vit skulu ongantíð gloyma, at Visit Faroe Islands er stovnað, við eittans endamáli: At fáa sum flest ferðafólk til Føroyar.

Við øðrum orðum, verður ein og hvør mótstøða móti hesum endamáli, per definisjón, fatað sum ein forðing, sum skal ruddast av vegnum.

Hetta er orsøkin til at Guðrið er so ill, og fer so illa við okkum.

Sambært Visit Faroe Islands liva vit føroyingar ikki upp til reklamu-myndina hjá Visit Faroe Islands, av hvussu vit føroyingar “eiga” at verða. Vit órógva teirra “brand”.

Í blaðgreinini sum Visit Faroe Islands hevur keypt í Sosialinum, tosar stjórin á Visit Faroe Islands um “tjóðarímynd” føroyinga, sum var okkara samleiki bara ein søluvøru.

Tey skelda bóndir og óðalsfólk tí vit brúka okkara fólkaræðisligu rødd, og okkara lógarfesta rætt, til at verja landbúnaðin og náttúruna, frá skaðiligu avleiðingunum av hópferðavinnuni.

Og nú tá vit umvegis Jarðir, sum tey einastu, skjóta upp hvussu ferðavinnutilboð í haganum kundu verið betri skipaði, og biða um stuðul frá landinum til hetta konstruktiva arbeiðið, so verða vit álopin av Ferðavinnufelagnum, sum sigur Jarðir vera ein privatan felagskap, sum ikki eigur at fáa fígging frá Landskassanum.

Vit lata líka handan setningin standa eina løtu.... sum eitt ódámligt dømi um dupultmoral.

Privata Ferðavinnufelagið, sum umboðar nakrar fáar sterkar privatar ferðavinnuaktørar, og sum umvegis sín nevndarsess í almenna partafelagnum Visit Faroe Islands, í áravís hevur havt fría atgongd til 100-tals almennar milljónir av skattakrónum....

Tey siga nú, at føroyskir bóndir og óðalsfólk ikki skulu hava almennan stuðul til eina uppgávu, sum VFI og Ferðavinnufelagið sjálvi hava gjørt vart við, sum eina alment umráðandi uppgávu.

Sami dupultmoralur kemur eisini óhugnaliga væl til sjóndar í eini aðrari andsøgn:

Samstundis sum tey ikki vilja, at vit sum varða av jørðini skulu blanda okkum í hvussu ferðavinnan skal skipast, í okkara egna haga, so krevja tey sjálvi fría atgongd, fyri alheimsins borgarar, í okkara haga. Hetta er so langt úti, at man trýr tað er lygn.

Guðrið Højgaard og Ferðavinnufelagið eru enntá so markleyst arrogant, at tey skelda politikarnar sum “enn ikki hava loyst málið um gongd í haga”. Hóast loysnin longu liggur í verandi lóg.

Halt lógina. So ber til
Vit hava sagt tað fyrr, og kunnu siga tað einaferð afturat:

Í Føroyum er ikki, hevur ongantíð verið, og fer heldur ongantíð at verða frítt hjá øllum, at ganga alla staðni, uttan at spyrja um loyvi frammanundan.

Halt lógina. Spyr um loyvi frammanundan. So ber nærum alt til.

Skal nøkur ferðavinna verða inni á jørðini hjá bóndum og ognarfólki, so skal tað sambært lóg og siðvenju verða í samstarvi við okkum sum varða av jørðini. Meira er ikki at siga um tað.

Hevði stjórin á Visit Faroe islands bara viðurkent hendan veruleikan, so kundi hon heldur brúkt orkuna til okkurt gott: At tryggja undirtøku fyri ferðavinnuni, millum allar føroyingar.

Men so leingi Guðrið Højgaard avnoktar hesa sannroynd, um ognar- og avgerðarrættin hjá útivið helvtini av Føroya Fólki, so heldur hon áfram at skapa illstøðu og mótstøðu.

Vanliga yppa vit bara øksl, og vóna at hendan øðin fer friðarliga aftur við borðinum.

Tí hvussu kann man argumentera við lógini, yvirfyri einum sum hvørki skilir ella virðir lógina?

Hvussu kann man argumentera skilagott móti teirri misskiljing, at mentanin hjá eini tjóð skal myndast av eini reklamu-fyritøku, og at føroyingar skulu seljast, sum frílufts-statistar í okkara egna landi? Enntá ókeypis?

Hvussu kann man argumentera skilagott móti teirri misskiljing, at tað er føroysk siðvenja, føroysk lóggáva, ja føroyingar sjálvir sum mugu broyta seg, fyri at tekkjast ferðafólkunum?

Høvdu útsagnirnar hjá Guðrið Højgaard bara verið hennara egnu privatu, so sluppu vit undan at svara til sovorðið møsn. Men tá tað er stjórin á Visit Faroe Islands sum úttalar seg, so eru vit, bæði sum felag og sum borgarar, noydd til at tala at.

Tað er ein álvarslig støða, tá ein almennur stjóri, á einum almennum stovni, brúkar okkara skattapengar til privatvinnuligt lobbyvirksemi fyri nakrar fáar sterkar ferðavinnuaktørar.

Tað er ein álvarslig støða tá ein almennur stjóri á einum almennum stovni vendir sínum egnu borgarum baki, og enntá brýtir landsins lógir.

Lógarbrot hjá almennum stovni
At Visit Faroe Islands undir sitandi stjóra brýtir landsins lógir, er syrgiligt, men satt.

Tað ger Visit Faroe Islands hvørja ferð tey í sínum reklamum fyrigykla ferðaskrivstovum og ferðafólki, at tað er frítt at fara, hjá einum og hvørjum. Alla staðni. Uttan at spyrja um loyvi.

Um endamálið hjá Visit Faroe Islands veruliga var at skapa betri upplivingar fyri tey sum koma hendan vegin at vitja, so mátti endamálið hjá Visit Faroe Islands sjálvandi verið, at tryggja sær undirtøka fyri ferðavinnuni, úti um alt landið.

Og júst tí, mátti ein týdningarmikil fortreyt hjá Visit Faroe Islands sjálvandi eisini verið, at skapt eitt gott samskifti, og eitt gott samstarv, við okkum sum varða av jørðini.

Men hvat er hent?

Vit síggja ferð eftir ferð, at starvsfólk á almenna lønarlistanum hjá Visit Faroe Islands, úttala seg alment og framleiða tilfar sum alment gevur øllum eina fatan av, at ongin skal spyrja nakran eftir, ella rinda nakað fyri, um eitt ferðalið ætlar sær niðan á hetta ella hitt fjallið.

Hetta er at gera seg inn á ognar- og avgerðarrættin hjá borgarunum. Hetta er til stóran ampa fyri landbúnaðin, lendi, plantu- og djóralívið. Og hetta er ikki bara villeiðandi marknaðarføring. Hetta er eisini ein tilvitað eggjan til lógarbrot.

Jarðir er loysnin
Tað er óvist um vit megna at sannføra stjóran á Visit Faroe Islands um, at hennara ógvusligi atburður ikki er ein gongd leið. Men tað er framvegis okkara vón, at hon gevst við sínum herferðum, og byrjar at samskifta og samstarva á einum meira virðiligum grundarlagi, áðrenn tann seinasta brúgvin er brend.

Vónandi kunnu vit í øllum førum sannføra føroyingar flest um týdningin av, at tað fyrst og fremst má verða ferðavinnan sum eigur at laga seg til Føroyar og føroyingar, og ikki øvugt.

Løgtingið fer uttan iva at taka størri atlit til føroyskan landbúnað og føroyska náttúruvernd, enn til áhugamálini hjá útlendskum ferðafólkum. Ikki tí tey stúra fyri sínum egna sessi í Løgtinginum. Men tí tað er tað einasta rætta at gera.

Og tí eigur Jarðir eisini at fáa sín rættvísa part av almenna stuðlinum til ferðavinnuátøk, tí tað er júst hetta okkara uppskot miðar ímóti at betra.

Øll siga seg sóknast eftir eini hóskandi loysn viðvíkjandi gongd í haga. Sum tey einastu er Jarðir nú komið við einum ítøkiligum uppskoti. Ein fráboðanarskipan, har øll hava skyldu at skráseta seg, áðrenn man fer í hagan. Sum støðan er nú, høvdu júst tey skipaðu viðurskiftini sum øll ynskja sær, verið gjørlig við okkara uppskoti.

Høvuðsendamálið má verða at fáa hetta í rættlag sum skjótast. Tí óskipaða óskilið har hvør heldur seg kunna fara hvar sum helst og nær sum helst, og selja turisttúrar í haganum hjá øðrum, uttan at spyrja um loyvi, og uttan at rinda fyri tað, tað skal steðgast nú.

Støðið skal sjálvandi takast í verandi lóggávu, so menningarmøguleikarnir hjá landbúnaðarvinnuni í Føroyum eisini umfata menning av tí ferðavinnu sum fleiri og fleiri bóndir og óðalsfólk eru farin undir. Hesum skulu tey fáa møguleika fyri um tey hava hug til tess.

Er Føroyar eitt ótrygt og tilafturskomið land?
Orðini hjá Guðrið Højgaard gerast ófrættakend, um vit venda hennara argumentum á ranguni:

Vilt tú pástanda Guðrið, at tað er eitt tilafturskomið land sum raðfestir náttúruvernd hægri enn hópferðavinnu?

Er tað eitt tilafturskomið land, sum vil tryggja at tey smáu lokaløkini ikki verða yvirrend, men at ferðavinnan skal skipast eftir umstøðunum, við virðing fyri fólki, mentan og umhvørvi á staðnum?

Er tað eitt tilafturskomið land sum vil javna inntøkurnar frá ferðavinnuni út á alt landið, heldur enn at miðsavna profittin hjá nøkrum fáum ferðavinnuaktørum í Havn?

Er tað eitt ótrygt land, sum vil avmarka talið av ferðafólkum sum villast á fjøllunum ella detta oman?

Er tað eitt ótrygt land har lógarheimildirnar eru greiðar, og har fólk tora at hevda síni rættindi?

Er tað eitt ótrygt land sum krevur virðing fyri sínum egna lógarverki.

Er tað eitt tilafturskomið land sum virðir tann privata ognar- og avgerðarrættin?

Nei Guðrið. Tað fyriheldur seg beint øvugt av tí sum tú sigur.

Tað sum eyðkennir ótrygg og tilafturskomin lond, er at tey hava einki mótstøðuføri. Í staðin fyri at halda sínar egnu lógir, virða sínar egnu borgarar, og verja sítt egna umhvørvi, so leggja tilafturskomin lond seg skerfløt, fyri øllum tí sum umheimurin krevur av teimum. Oftast við tí fyri eyga, at nøkur heilt fá vinnulig áhugamál skulu fáa stuttskygdar fíggjarligar fyrimunir, meðan avleiðingarnar, ójavnin, órógvið, slitið og dálkingin verður trýst niðuryvir tað vanliga fólkið, og ikki minst náttúruna.

Góð ráð til Visit Faroe Islands
Orsøkin til, at tit á VFI uppliva at nøkur fá útlendsk ferðafólk gerast vónsvikin av, at tey ikki sleppa at ganga alla staðni har sum tey vilja, er ógvuliga einføld: Tit hava sjálvi fyrigyklað teimum, at tey kundu ganga og mala akkurát sum tey vilja. Og hetta hava tit gjørt, hóast tey ikki hava loyvi til tað.

Heldur enn at selja tykkara egna ímyndaða reklamuveruleika, so kundu tit bara selt veruleikan.

Tað hevði ikki bara verið rættari, tað vildi eisini verið lættari.

Og veruleikin sum tit áttu at “selt” er, at Føroyar eru eitt oyggjaland har sambandið við náttúruna, og burðardygga gagnnýtslan av náttúruni, altíð hevur verið ein samanrunnin partur av okkara mentan.

Og er hetta veruleikin, tá gevur tað væl seg sjálvt, at tit ikki kunnu strika landbúnaðin og náttúruverndina burturúr “brandingini” um endamálið er at selja Føroyar sum “the real deal”?

Vil Visit Faroe Islands tryggja atgongd til tann hagan, sum tit selja Føroyar uppá, so er eingin vegur uttanum eitt virðiligt samskifti og samstarv við okkum sum varða av høgunum.

So kann Visit Faroe Islands skelda og “spinna” og “branda” so galið tit vilja. Men hava tit fyrst brent brúnna til okkum sum varða av høgunum, so verður tað ikki serliga lætt hjá tykkum at selja Føroyar sum ferðamannaland framyvir.

Tí mátti tað eisini verið ólíka lættari, at arbeitt saman við okkum, heldur enn ímóti okkum.

Og hetta fer Løgtingið sjálvandi eisini at taka til eftirtektar, í samband við fíggjarlógarviðgerðina í morgin.

Føroya Óðalsfelag

Les eisini:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Hagafelagið: Strika ætlaðu játtanina til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir

Fíggjarnevndin útveitir avgerðina um gongd í haga til Jarðir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo