Umhvørvismálaráðið: Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur í dag lagt lógaruppskot í Løgtingið um eina nýggja pantskipan. Nýggja pantskipanin skal millum annað tryggja, at borgarar sleppa av við allar sínar fløskur og dósir á sama stað.
Frameftir verður tað soleiðis, at so at siga allir handlar, sum selja íløt við panti, skulu taka ímóti øllum íløtum og at rinda kundanum pant.
Ætlanin við nýggju pantskipanini er eisini, at við tíðini verður pant lagt á fleiri vørur og íløt, so at alsamt meir fæst inn til endurnýtslu og endurvinningar.
“Endiliga fáa vit eina skipan, har vit sleppa av við allar fløskur á sama stað. Hetta hevur mann roynt at fingið í lag í nógv harrans ár”, sigur landsstýriskvinnan.
Við nýggju pantskipanini, fer ein pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey, og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari.
Nýggja pantskipanin fer at virka frá 1. oktobur 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo