LOFTI - LOFTI TOURS: Í meiri enn 40 ár hava Loftiferðir ferðast við føroyingum til Ísrael.
Við so nógvum árum á baki eru tað fleiri túsund fólk, sum hava ferðast við Lofti ferðum til tað lovaða landið.
Eftir at koronasóttin hevur herjað allan heimin seinastu tvey árini, er nú aftur møguleiki at vitja Ísrael.
Lofti ferðir byrjaði ísraelsferðir sínar í 1977, og hava tí 45 ára royndir, at skipa fyri føroyskum bólkaferðum til Ísrael.
Í 1973 – var allarfyrsta føroyska bólkaferðini gjørd til Ísraels. Adrian Johansen og Petur Háberg vóru tá ferðaleiðarar. Svenning av Lofti, sum var við í ferðini, var ferðaleiðarunum til hjálpar.
Hesi mongu árini hevur Lofti ferðir gjørt fleiri serferðir, umframt tær vanligu bólkaferðirnar. Hesi seinastu 10 árini hava eisini íslendingar valt at ferðast til Ísrael saman við føroyingum.
Fyriskipa fleiri ferðir til Ísraels í 2022
Páskaferðin 14-24 apríl
Hetta er ein av kendu ísraelsferðunum, sum Lofti skipar fyri.
Á hesi ferðini vitja vit fyrst og fremst tey heiløgu støðini, sum vit kenna úr bíbliusøguni: Golgata, Getsemane, Oljufjallið, Gennesaret-vatnið og Nasaret. Eisini verða søgulig støð sum Masada, Joppe og Golanheyggjarnir vitjað.
Pílagríms- og gonguferðin 23 apríl-1 mai
Fyri fyrstu ferð verður farið undir eina gonguferð í Ísrael, gingið verður í Jesusar fótafetum, fyrst har norðuri í Galilea, síðani oman ígjøgnum Jordandalin og niðan til Jerusalem, eisini verður gingið í Negev oyðimørkini og kring Deyðahavið. Gingið verður millum 15-18 km hvønn dag
Kvinnuferðin frá 26 apríl – 5 mai
Sum nakað nýtt byrjaði Lofti í 2012 at skipa fyri teimum væl umtóktu kvinnuferðunum, har denturin verður serliga lagdur á at vitja støð ið kvinnur hava áhuga fyri og at hitta serstakar kvinnur í Ísrael.
Vitjað verða tey kendu støðini sum ein eigur at síggja á ferðum í landinum, hesi eru øki kring Galilea, Golanheyggjarnar, Nasaret, Jordandalurin, Jerusalem við øllum síni søguríku plássum, eins og Golgata, Oljufjallið, Getsemane, Grátimúrurin, og Yad Vashem Holocaust-savnið, bert fyri at nevna nøkur.
Umframt verður vitjað m.a. barnagarðar, ellisheim við fólkum sum bjargað úr Holocaust í Europa.
Vit vitja kenda krem - og kosmetikk verksmiðjan AHAVA, sum er í Qumran oyðimørkini, kenda fjallið Masada, spa-støðini við Deyðahavið og heimsins elsti bý, Jeriko.
Sendistovuferðin 22-29 mai
Hendan ferðin verður gjørd í samband søguliga hátíðarhaldið fyri at nýggja føroyska umboðsstovan í Tel Aviv alment verður tikin í nýtslu.
Umframt at vera við í hátíðarhaldinum á føroysku sendisstovuni, vitja vit eisini bíbilsk støð í Jerusalem og aðrastaðni.
Okkara føstu ferðaleiðarar í Ísrael lúka øll tey strongu krøvini, ið myndugleikarnir seta. Hesi eru køn í Bíbliusøguni og kenna til viðurskiftini í landinum og eru við til at veita ógloymandi upplivingar.
Fleiri upplýsingar um ferðirnar síggjast inni á heimasíðuni www.lofti.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo