Løgtingið hevur í dag viðgjørt at gera gomlu læknahúsini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í stand, og at víðka kjallarin í nýggja H-bygninignum á Landssjúkrahúsinum.
Hetta fegnist eg um, tí karmarnir eru umráðandi.
Men bulurin í heilsuverkinum eru starvsfólkini. Tit gera eitt megnar arbeiði – øll, sum ein. Men tit fáa ikki altíð ta virðing frá politisku skipanini, sum tit hava uppiborið.
Tit eru ófør, tit hava uppborið góðar arbeiðsumstøður, men ikki minst, tit hava uppiborið góða løn. Tað arbeiða við í Tjóðveldinum fyri.
Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo