Partafelagið Løvubetong hevði í fjør 6,5 mió kr í avlopi eftir skatt. Tað er áleið ein hálv millión krónur minni enn árið frammanundan. Men í sama tíðarskeiði minkaði bruttovinningurin við einari millión. Sparingar í rakstrinum gjørdu v.ø.o. at bert helvtin av minkingini kom niður á botnlinjuna.
Løvubetong er væl fyri við eini fíggjarstøðu sum javnvigar við 79 mió kr og eini eginogn á 61 mió kr. Rentuberandi skuldin var seks mió kr og eginpeningsavkastið var 13% við ársenda í fjør.
Løvubetong hevur heimstað í Norðskála, og hevur sum høvuðsvirksemi at framleiða og selja betong og betongelement.
Regin J. Johannessen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo