Fyrr var tað soleiðis, at tey flestu kundu trekkja limagjøld beinleiðis av í skattinum. Tað ber ikki til longur og hevur ikki borið til í mong ár.
Veruleikin er tó, at tá ein arbeiðsmaður betalir limagjald, so er tað av peningi, hann longu hevur goldið skatt av.
Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at hann onkursvegna fær endurrindað tann partin, sum verður tikin í skatti av tí upphædd, hann longu hevur goldið skatt av.
Tað kann t.d. merkja, at arbeiðsmaðurin fær endurgoldið helvtina ella meira av tí, sum hann letur í limagjaldi.
Hesum fari eg at arbeiða fyri at broyta.
Heðin Mortensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo