Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Løn undir útbúgving
Spurningar:
- Hvussu gongur við arbeiðinum at veita heilsustarvfólkum løn undir útbúgving?
- Nær kunnu vit vænta, at skipanin verður sett í verk?
Viðmerkingar:
Sambært Búskaparráðnum fara tað at vanta 700 starvfólk innan heilsu- og dagstovnaøkið um 10 ár. Nógv er átøk eru gjørd fyri at loysa hesa samfelagsligu avbjóðing: eyka flokkar til námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar á Fróðskaparsetrinum eru settir á stovn, lønarlyft er givið, skattalætti er veittur, og arbeitt verður við at stytta arbeiðsvikuna.
Enn vanta nógv starvfólk í at røkja størvini á heilsu- og dagstovnaøkinum. Hetta hevur m.a. viðført, at kommunurnar av sínum eintingum eru farnar at skipa fyri útbúgvingartilboðum í samstarvi við útbúgvingarstovnar uttanlands.
Innan heilsuøkið er neyðugt at fáa fleiri at útbúgva seg bæði til heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Tórshavnar kommuna tók í 2020 stig til, eftir áheitan frá Heilsuhjálparafelag Føroya, at fáa skipað eitt samstarv við landsmyndugleikarnar um at fáa eina skipan við løn undir útbúgving til heilsuhjálparar. Endamálið var í fyrsta umfari at fáa fleiri útbúnar heilsuhjálparar, tí sambært hagtølunum hava bara helvtin av heilsuhjálparunum eina heilsuhjálparaútbúgving. Av teimum á leið 800 limunum í Heilsuhjálparafelagnum, hava 400 útbúgving. Taka vit Tórshavnar kommunu, so hava á leið 72 heilsuhjálparaútbúgving og 103 starvast sum hjálparfólk. Hetta arbeiðið bleiv tá lagt fyri landsstýrismannin, sum umsat útbúgvingarmál, at arbeiða víðari við, har ynski eisini var at taka hædd fyri, at man undir heilsurøktaraútbúgvingini fekk løn undir útbúgving.
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022 stendur, »at arbeiðast skal fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving«. Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 28. februar 2024
Annika Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo