- Løgtingslimurin fær 13.050 krónur í skattalætta um árið, meðan ein lágløntur fær 550 til 1150 krónur um árið, alt eftir lágu inntøkuni upp til 200.000 krónur.
Hetta vísti Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, á undir viðgerðini av uppskotinum um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026).
Tað er døgurðasteðgur í tinginum nú, men hvørja løtu verður orðaskiftið tikið uppaftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo