Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið: Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu eitt tilmæli um, hvussu tey halda, at lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum eigur at síggja út í framtíðini.

Størstu broytingarnar eru í stuttum, at lønin hækkar úr 34. Lønarflokki upp í 36. lønarflokk eftir tænastumannastiganum, men samstundis verður tænastumannaeftirlønin avtikin og løgd um til eina vanliga 15% eftirlønarskipan, eins og skattafría mánaðarliga kostnaðarískoytið á 2.000 kr. verður strikað.

Fyri landið verður størsta broytingin, at tann alsamt vaksandi eftirlønarbyrðan av tænastumannaeftirlønarskipanini lætnar, um eisini tingfólk fara yvir til eina vanliga eftirlønarskipan.

Nærri kann lesast um einstøku broytingarnar í tilmælinum, sum finst her.

Bjørt Samuelsen takkaði bólkinum fyri tilmælið og fer nú at samskifta við flokkarnar á tingi um, hvussu farast skal víðari við málinum.

Tilmælið leggur upp til, at talan verður um eina broytta skipan, sum tekur við aftaná næsta løgtingsval, og sum tí ikki fær ávirkan á lønarviðurskiftini í hesum valskeiðnum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo