Í dag er eitt ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og síðani hevur ført eitt oyðileggjandi kríggj móti ukrainska fólkinum. Kríggið kostar hvønn tíma og hvønn dag nógv mannalív, ger stóran skaða og leggur ein myrkan skugga yvir heimin, eisini Føroyar.
Í dag verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið.
Formanskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna samhuga við ukrainska fólkinum.
Flokkarnir á tingi hava allir staðið saman um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og at gera átøk at mótmæla krígnum. Kríggið er eitt álop á frælsi og fólkaræðið, og vit vilja á henda hátt sýna okkara samhuga við ukrainska fólkinum, og ikki minst teimum borgarum, sum nú búgva í Føroyum.
Formansskapurin ferð eisini í dag at senda eina samhugaheilsan til Verkhovna Rada, fólkavalda tingið í Ukraina.
Bjørt Samuelsen
Løgtingsformaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo