Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Eitt samt løgting samtykti í gjár, at treytirnar at fáa viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, nú gerast lagaligari. Hetta merkir, at pensjónistar, ið t.d. fáa eitt vinningsbýti á nakrar tús. kr., kunnu varðveita brennistuðulin. 

Við tí endamáli, at pensjónistar í størri mun kunnu hava kapitalinntøkur, samstundis sum tey fáa brennistuðul, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fyrr í ár borið Løgtinginum eitt lógaruppskot, ið hevur við sær, at markið fyri kapitalinntøkur hækkar. Eftir at Trivnaðarnevndin í Løgtinginum hevur mælt til heilt at taka markið burtur, hevur Løgtingið einmælt samtykt uppskotið.

Fólkapensjónistar, føddir áðrenn 1953, kunnu fáa brennistuðul. Fólkapensjónistar føddir aftaná 1952 hava ikki rætt til brennistuðul, men fáa í staðin hægri pensjónsviðbót. Ásetingin, sum nú er strikað, hevur sostatt havt við sær, at eldri fólkapensjónistar hava verið verri stillaðir í sambandi við brennistuðul.

Sambært lógini, sum higartil hevur verið galdandi, hevur ein pensjónistur ikki havt rætt til brennistuðul, um hann hevur havt kapitalinntøkur hægri enn 2.000 kr. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at tað á ongan hátt hevur verið nøktandi, at ein pensjónistur, hevur mist eina upphædd, sum er hægri enn tað, sum hann hevur fingið.

Sambært samtyktu lógini, sum er galdandi frá 1. januar 2024, er markið á 2.000 kr. tikið burtur, og ein stakur pensjónistur kann sostatt hava inntøkur upp til 60.000 kr. íroknað kapitalinntøkur, áðrenn brennistuðulin fellur burtur. Eini hjún kunnu tilsamans hava inntøkur upp til 80.000 kr. og samstundis fáa brennistuðul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo