Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Løgtingið samtykti tann 15.  mai 2024 ávísar broytingar í lóg um barnavernd (barnaverndarlógin).

Endamálið við broytingunum er sum heild at tillaga lógina og gera rættingar, sum bøta um lógina. 

Broytingarnar, ið eru framdar, hava við sær, at fakfólk í almennum størvum, sum útinna virksemi innan barna- og ungdómsøkið, fáa møguleika at boða viðkomandi myndugleika í Danmark frá, um tey í sambandi við starv sítt fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at eitt barn, sum hevur bústað í Danmark, kann hava tørv á serligum stuðli ella hevur verið fyri ágangi.

Eisini verður møguligt hjá barnaverndarnevndini at seta í verk fyriskipanir fyri foreldramyndugleikan, ímeðan barnið er sett heiman, fyri soleiðis at hjálpa foreldrunum í at hava umsorgan fyri barninum í sambandi við eina møguliga heimsetan. 

Víðari verður møguligt hjá barnaverndarnevndini at taka avgerð um ávís persónlig viðurskifti hjá barninum ella tí unga, sum er neyðug fyri at tryggja menningina, trivnaðin og heilsuna hjá barninum.

Harumframt verður møguligt at flyta eitt barnaverdarmál frá einari barnaverndarnevnd til eina aðra barnaverndarnevnd at umsita, tá ið samskiftið og samstarvið ímillum foreldur og barnaverndartænastuna er serstakliga vánaligt og torført, og á henda hátt hjálpa foreldrum úr einari fastlæstari støðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo