Ein 19 ár gamal maður var funnin lívleysur uttan fyri eina matstovu í Havn, og hann doyði á Landssjúkrahúsinum dagin eftir, skrivar KVF.
- Løgreglan sóknast eftir vitnum í sambandi við tilburðin, tá ið ein 19 ára gamal maður var funnin lívleysur uttan fyri matstovuna No 12, sum er eystan fyri skýlið á Tórsvølli í Havn.
- 19 ára gamli maðurin doyði á Landssjúkrahúsinum dagin eftir, og Løgreglan vil frætta frá fólki, sum hava verið har um leiðir, og sum kanska hava sæð mannin, ella hoyrt um hendingina.
- Fólk sum halda seg vita okkurt, kunnu venda sær til Løgregluna á tlf. 114 ella 351448, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo