Sambært fleiri bretskum miðlum hevur hesin fótbóltsfjeppin vakt "sterkar reaksjónir".
Tað skrivar millum annað bretski tabloidmiðilin The Sun.
Maðurin í Hamas-troyggjuni var sæddur av einum jødiskum manni við Oxford Circus.
- Eg var á veg til ein handil sum selur skógvar, tá ið eg sá mannin. Eg helt tað vera heilt ótrúligt. Eingin reageraði ella sá út til at leggja merki til tað, sigur hann við Metro.
Um ikki maðurin eitur Hamas, so er troyggjan ólóglig, skrivar The Telegraph.
Manchester United og hini bretsku feløgini banna politiskum boðskapi á troyggjunum.
Jødiski maðurin var ikki sørt sjokkeraður av hendingini.
- At síggja hetta var særandi, serliga tá ið hugsað verður um at nummar-7 minnir okkum á 7. oktobur.
Sambært útlendsku miðlunum so leitar løgreglan nú eftir manninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo