Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-075/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um ættleiðingar úr øðrum londum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu ávirkar tað føroyingar, sum hava ætlað sær at ættleiða, at danir hava steðgað altjóða ættleiðing?

2. Hvørji rættindi og trygd hava føroyingar, sum m.a. hava goldið fyri at fáa góðkenning sum ættleiðingarforeldur, men sum framvegis ikki hava fingið møguleikan at ættleiða?

3.Veit landsstýrismaðurin, hvørji líkindini eru fyri, at danir fara at taka altjóða ættleiðing uppaftur í næstum?

4. Hvat krevst fyri at fáa eina føroyska ættleiðingarskipan, og hvat heldur landsstýrismaðurin um møguleikan at skipa eina føroyska ættleiðingarskipan?

5. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu knýta í aðrar norðurlendskar ættleiðingarskipanir, t.d. ta íslendsku?

Svar
Spurning 1:

Føroyar hava eins samstarvsavtalu við Danmark um altjóða fremmandaættleiðing. Avtalan inniber m.a., at tað eru danskir myndugleikar, sum avgera, frá hvørjum londum børn kunnu ættleiðast til Føroyar og Danmarkar. Danskir myndugleikar kunnu eisini steðga ættleiðing frá ávísum londum.

Felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) er einasti felagsskapur í Danmark, ið tekur sær av at miðla ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum. DIA boðaði 16. januar 2024 frá, at tey steðga við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. Hetta merkir, at tað í løtuni ikki ber til at ættleiða børn til Føroya úr fremmandum londum.

Social-, bolig- og ældreministeriet hevur upplýst, at í teimum førum, har umsøkjarar eru góðkend sum ættleiðingarforeldur og eru greipaði við eitt barn, verður málið viðgjørt víðari hjá DIA eftir teimum mannagongum og reglur, sum eru galdandi fyri hetta. Hetta hevur Ankestyrelsen somuleiðis kunnað um í tíðindaskrivi, sum liggur á teirra heimasíðu.

Ankestyrelsen hevur samstundis eisini kunnað um, at øll hini, sum standa á bíðilista, hava fingið kunning um, at Ankestyrelsen í samstarvi við DIA er í fer við at finna útav, hvat fer at henda í teirra máli, og at Ankestyrelsen fer at seta seg í samband við allar umsøkjarar á listanum, tá ið tey vita meira.

Spurning 2:
Sum nevnt í svarinum til spurning 1 er Ankestyrelsen í samstarvi við DIA í fer við at finna útav, hvat fer at henda í teirra máli, og Ankestyrelsen fer at seta seg í samband við allar umsøkjarar á listanum, tá ið tey vita meira.

Spurning 3:
Løgmálaráðið hevur vent sær til Social-, Bolig- og ældreministeriet við fyrispurningi um sannlíkindini fyri, at Danmark fer at taka altjóða fremmandaættleiðing upp aftur í næstum. Social-, Bolig- og ældreministeriet hevur enn ikki svarað upp á hendan fyrispurningin, og tað ber tí ikki til at svara hesum spurninginum í løtuni.

Til kunningar kann upplýsast, at sama støða seg galdandi í Noregi, har myndugleikarnar hava mælt til at gevast við allari ættleiðing av børnum úr útlondum til Noregs næstu tvey árini, til liðugt er at kanna allar ættleiðingar.

Spurning 4:
Løgmálaráðið er farið undir at kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru, undir hesum eisini hvat skal til, fyri at Føroyar fáa sína egnu ættleiðingarskipan.

Í Haagersáttmálanum frá 29. mai 1993 om beskyttelse af børn og om samarbejde med hensyn til internationale adoptioner eru yvirskipaðu treytirnar fyri fremmanda ættleiðing ásettar.

Sáttmálin hevur til endamáls at tryggja, at altjóða ættleiðingar verða framdar til barnsins besta og við virðing fyri teimum grundleggjandi rættindunum, ið eru viðurkend í altjóða rætti. Tað snýr seg millum annað um at forða fyri barnaráni, sølu ella handli við børnum.

Yvirskipað skal ein høvuðsmyndugleiki veljast. Høvuðsmyndugleikin skal fremja tær uppgávur, sum eru álagdar í sáttmálaum og skal tryggja, at ættleiðing ikki verður framd fyri fíggjarligan vinning, ella at tiltøk verða framd, ið eru í andsøgn við sáttmálan.

Sum nú er, er tað Ankestyrelsen, sum er tilnevndur høvuðsmyndugleiki fyri Føroyar, Danmark og Grønland. Ein føroyskur høvuðsmyndugleikin skal tí átaka sær aðrar uppgávur, sum Ankestyrelsen í dag umsitur. Tað er m.a. at gera avtalu við ein ættleiðingarmiðlandi felagsskap ella myndugleikar um meira nágreinaðar heimildartreytir og at føra eftirlit við einum ættleiðingarmiðlandi felagsskapi ella myndugleika. Krøvini á ættleiðingarøkinum eru strong, og talan er tí um eitt umfatandi eftirlit. Høvuðsmyndugleikin skal eisini góðkenna samstarvsfelagar uttanlands.

Harafturat skal ein føroyskur myndugleiki, felagsskapur ella líknandi taka sær av teimum uppgávum, sum í dag liggja hjá DIA. Tað er í høvuðsheitum at taka sær av miðlingini av útlendskum børnum til ættleiðarar í Føroyum.

Tær skyldur, sum sambært sáttmálanum eru álagdar einum móttakaralandi eru í stóran mun skipaðar í galdandi ættleiðingarlóg, m.a. í mun til góðkenning av komandi ættleiðarum, ættleiðingarfyrireikandi skeiði og ættleiðingarráðgeving. Gigni hevur fyrr skipað fyri ættleiðingarfyrireikandi skeiðum, men hesi verða í løtuni skipaði av Ankestyrelsen. Gigni veitir ættleiðingarráðgevin fyri og eftir heimtøku av einum barni.

Verandi støða við altjóða ættleiðing er óheppin og rakar allar viðkomandi partar meint. Tað er ikki óhugsandi, at ein føroysk ættleiðingarskipan kann verða sett í verk, men enn er óvist, hvør rætta loysnin á verandi støðu er. Hetta má viðgerast nærri, eisini politiskt, og fer at taka nakað av tíð.

Spurning 5:
Verandi samstarvsavtala millum Føroyar og Danmark hevur heimild í § 29 í ættleiðingarlógini. Soleiðis sum lógin er orðað, er samstarvið avmarkað til bara at fevna um Danmark. Umframt at fáa eina samstarvsavtalu í lag við eitt annað land, verður tí eisini neyðugt við lógarbroyting.

Noregi hevur mælt til at gevast við allari ættleiðing av børnum úr útlondum til Noregs næstu tvey árini, til liðugt er at kanna allar ættleiðingar. Svøríki er eisini í gongd við at kanna altjóða ættleiðingar.

Tær avmarkingar, sum danskir og norskir myndugleikar hava sett í verk, fevna um lond, sum bæði Ísland, Finnland og Svøríki samstarva við, herundir Kolumbia og Kekkia. Svenskir myndugleikar hava eisini upplýst, at tey hava eftirlitsmál, sum eru í gongd, viðvíkjandi eini røð av londum, sum Norge nýliga hevur sýtt fyri at geva loyvi til at ættleiða frá.

Tí er eisini umráðandi at fylgja við støðuni í hinum norðurlondunum og ikki at leypa framav í hesum sambandi.

Sum nevnt í svarinum til spurning 4 er enn óvist, hvør rætta loysnin á verandi støðu er. Hetta má viðgerast nærri, eisini politiskt, og fer at taka nakað av tíð.

Aðalmálið fyri allar ættleiðingar er fyrst og fremst at tryggja, at tær verða mettar at vera best fyri barnið. Skal ein samstarvsavtala fáast í lag við eitt av hinum norðurlondunum, er hon tí treytað av, at viðkomandi land kann tryggja, at teirra skipan virkar samsvarandi galdandi krøvum á økinum, og at alt fer fram á tryggan og lógligan hátt.

Tórshavn, 2. februar 2024
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo