Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ákærurnar frá landsstýrismanninum í lógarmálum móti Tórshavnar kommunu eru sera álvarsligar. Hetta er ein beinleiðis insinuering um, at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.

Í morgun hava at kalla allir føroyskir fjølmiðlar endurgivið eina grein um, at Tórshavnar kommuna uppá minni enn tvey ár hevur tryggjað Articon uppgávur fyri 385 miljónir, uttan at arbeiðini eru boðin út. 
 
Til tess at undurbyggja henda pástand verður landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, endurgivin fyri at siga, at “tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur”. 
 
Aðrastaðni insinuerar hann, at “tað eru persónligu sambondini, sum diktera val og frával”. Hetta er beinleiðis at rógva framundir, at kommunan er korrupt.
 
Articon & TK
Í stuttum kann sigast, at tær verkætlanir, sum Articon hevur gjørt seinastu 10 árini fyri Tórshavnar kommunu – sum ikki eru alment bodnar út – eru nærum allar atknýttar verkætlanir ella framhald av verkætlanum, sum vóru bodnar út frammanundan. 
 
Í tveimum førum hevur arbeiðstøkuøkið frammanundan verið undir ræði hjá Articon sum arbeiðstakara, og tí er Articon biðið um tilboð upp á hesi arbeiði, uttan aðrar bjóðandi partar. 
 
Hóast arbeiðini ikki hava verið boðin út, so hevur fyritøkan í øllum førum latið inn tilboð um at gera arbeiðini, sum síðani eru samtykt í býráðnum.
 
Articon byggir eisini stórhøllina, Føroya Arena, í Hoyvik, og er helst einasta felag í Føroyum, ið hevur orku til eitt so stórt prosjekt við tíðarfreist og føstum prísum. 
 
Men hetta er ikki ein verkætlan hjá Tórshavnar Kommunu. Tað er ein sjálvsognarstovnur, ið byggir høllina, og Tórshavnar Kommuna letur eins og løgtingið stuðul til sjálvsognarstovnin saman við fleiri øðrum.
 
Álvarsligar skuldsetingar
Persónliga havi eg ikki nakað tætt samband við leiðsluna í Articon. Vit eta ikki nátturða saman ella ganga í føðingardag hvør hjá øðrum. Fyritøkan er ein av mongum, sum gera ymisk arbeiði fyri Tórshavnar kommunu.
 
Hetta eru tí sera álvarsligar skuldsetingar, ið verða bygdar á eitt úttalilsi frá landsstýrismanninum í lógarmálum. Hetta er ein beinleiðis insinuering, um at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.

Sjálvur veit eg ikki, hvat landsstýrismaðurin sipar til. Tí vænti eg, at landsstýrismaðurin alment kemur við eini frágreiðing, hvat tað er, ið hann sipar til við hesum álvarsligu skuldsetingunum. Ein umbering hevði eisini verið uppá pláss.

Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Tórshavnar kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo