Vanligt er, at løgmaður er við til jólahald á Barnaheiminum. Aftur í ár løgdu dugnaligu starvsfólkini karmar um eina góða og hugnaliga løtu saman við børnunum.
Løgmaður takkar børnum og vaksnum fyri løtuna við ynskjum um eini góð og hugnalig jól.
- Eg er altíð fegin um at fáa høvið at vera við til jólahaldið. Barnaheimið er heim hjá børnum, sum møta avbjóðingum tíðliga í lívinum. Tað er gott at møta børnunum og hugaligt at síggja, at tey hava tað gott. Tit starvsfólk hava rós uppiborið fyri, at tit árið runt geva ein part av tykkum sjálvum til børnini á Barnaheiminum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo