Løgmaður hevur í morgun sent hennara hátign Margrethu drotning eina føðingardagskvøðu, nú hon í dag fyllir 80 ár.
Í føðingardagskvøðuni stendur millum annað:
-Tað vildi verið ynskiligt, at umstøðurnar vóru øðrvísi, soleiðis at til bar at hátíðarhalda tygum á rættan hátt. Nú liva vit tó í eini tíð við koronafarsóttini og mugu tillaga okkum hareftir. Í hesi heilt óvanligu tíð, hava tygum tignarliga megnað at sameint kongsríkið um at standa saman um at basa smittuni.
Bárður Nielsen, løgmaður, og Margretha drotning fylla sama dag. Bárður Nielsen fyllir 48 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo