Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað spurningi frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, um kostnaðin av at reka umsitingina av landinum.

Eftir svarinum frá løgmanni at døma, er lítið, sum bendir á, at hann gongur undan og vísir afturhaldni í útreiðslunum í landsumsitingini.

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 047/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum

Fyrispurningur:

  1. Ætlar løgmaður at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum ?

Svar:

At halda aftur í útreiðsluvøkstrinum er eitt áhaldandi arbeiði, sum landsstýrið arbeiðir við.

Eftir valið í 2022 hækkaði talið av landsstýrisfólkum úr sjey upp í níggju. Samgongan ynskti politiskt at uppraðfesta umhvørvismál, sum tí fekk sítt egna Umhvørvismálaráð, umframt at eitt Barna- og útbúgvingarmálaráð varð stovnað við tí endamáli at tryggja at børn í Føroyum ikki detta niður ímillum skipanir, sum ikki virka nóg væl saman, tí tær eru undir ymiskum málsøkjum.

Samgongan hevur ongar ætlanir um at niðurraðfesta umhvørvismál, og tí er nýtt landsstýrisfólk sett í umhvørvismálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo