Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr.  032/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi

Fyrispurningurin var soljóðandi:  
1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi?

2. Hvørjar avleiðingar fær viðgerðin av hesum máli?

3. Ætlar løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð?

Svar:
Til spurning 1

Eg havi biðið Barna- og útbúgvingarmálaráðið um at ummæla teir settu spurningarnar. Aftaná at hava lisið ummælið dugi eg ikki at síggja, at landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum í málinum hevur borið seg soleiðis at, at hann politiskt ella rættarligt eigur at ábyrgdast fyri tað.

Hóast fyrisitingin hjá landsstýrismanninum viðgongur, at har eru hendir óhepnir fyrisitingarligir feilir í málinum, so eru hetta tó feilir, sum eru hendir á fyrisitingarligum støði og sum landsstýrismaðurin ikki kann ábyrgdast fyri.

Til spurning 2
Eg ivist ikki í, at landsstýrismaðurin fer at taka málið upp innanhýsis í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Sjálvur havi eg heitt á landsstýrismannin um at tryggja at slíkt mistak ikki hendir aftur.

Til spurning 3
Eftir stýrisskipanarlógini § 33 býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrisfólkini.

Landsstýrisfólkini sita fyri málsøkjum sínum hvør sær. Eg havi tí ikki heimild at geva boð um at ógilda avgerðina.

Í Tinganesi, 30. september 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo