- Tað er einki lógarkrav um, at landsstýrisfólk skulu upplýsa um persónlig áhugamál.
- Tó er hetta nakað, sum eg havi biðið øll míni landsstýrisfólk um at upplýsa, tá tey tóku við. Bæði fyri at tryggja opinleika, men eisini fyri at verja tey sjálvi, sigur løgmaður Aksel V. Johannesen í svari til spurning frá VP.
- Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur boðað mær frá, at tað var eitt mistak at tað í upplýsingarskjalinum um persónlig áhugamál ikki var upplýst, at hann átti 33% í felagnum Sp/F Boattours, ið hevur til endamáls at reka bátavirksemi, ferðavinnuvirksemi o.a.
- Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at báturin varð keyptur í 2019, men at lítið ella einki virksemið hevur verið í felagnum.
- Tað er sjálvsagt óheppið, at landsstýrismaðurin ikki hevur upplýst hetta, men eg havi tikið frágreiðingina frá honum til eftirtektar, og upplýsingarskjalið er nú dagført, sigur løgmaður.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tá ið málið kom fram bað hann sína umsiting meta um gegnið, og teirra niðurstøða er, at gegnisreglurnar ikki fevna um lóggávuarbeiði.
- Talan er ikki um eina fyrisitingarliga avgerð, men eitt uppskot til eina lóg, sum Løgtingið skal taka støðu til.
- Tað at landsstýrismaðurin er partaeigari í einum felagi, sum eigur ein bát, ger hann ikki ógegnigan at arbeiða við ferðavinnulóggávu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo