Tinganes: Løgmaður luttekur í løtuni á stóru ráðstevnuni India Nordic Baltic Business Conclave í New Delhi. Luttakarar á ráðstevnuni eru politikarar, fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.
Løgmaður høvuðsrøðari
Løgmaður var høvuðsrøðari til setanina av ráðstevnuni fyrrapartin. Í røðuni legði løgmaður eitt nú dent á, at hóast risavaksin munur er millum londini, eru greiðar samanrenningar innan økir sum fiskivinnu, alivinnu og KT.
Røðan kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo