Løgmansskrivstovan: Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur boðað løgmanni frá, at hon ynskir at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.
Løgmaður hevur eftirlíkað hennara umbøn.
Sambært fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, § 55 stk. 3, røkir løgmaður fyribils umhvørvismál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo