Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 49/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um samkynd og Føroya «grundlóg.»
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Er tað rætt, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sigur, at tað stríðir ímóti føroysku “grundlógini” at liva sum samkyndur?
2. Er løgmaður samdur í útsøgnini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum?
3. Um nei, ætlar løgmaður, at hetta fær nakrar avleiðingar fyri landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum?
Svar:
Til spurning 1-3
Tá formaður Miðfloksins sigur grundlóg, so gangi eg út frá at hann meinar tað óskrivaða virðisgrundarlagið hjá føroyska fólkinum, soleiðis sum hann sjálvur tulkar tað at verða.
Eg haldi tað vera rættiliga nasadjarvt av formanni Miðfloksins at gera niðurstøður um virðisgrundarlagið hjá øllum Føroya fólki, útfrá sínari egnu sannføring.
Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum.
Somuleiðis havi eg gjørt formanninum í Miðflokkinum greitt, at útsagnirnar á ongan hátt umboða Føroyar og føroyingar, og havi átalað hann fyri hetta.
Í Tinganesi, 7. november 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo