Fyri nøkrum døgum síðani segði løgmaður við KVF, at "vit hava kannað, hvat vit skulu gera, men í løtuni kanna vit, hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja hetta í verki."
Løgmaður segði eisini við KVF, at hetta kanningararbeiði viðvíkjandi samstarvinum við russar fór at taka nakrar vikur.
Tá ið VP spyr løgmann, Aksel V. Johannesen, í dag, hvussu gongst við kanningararbeiðinum, sigur løgmaður, at hann roknar við at alt er greitt um einar 2-3 vikur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo