Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Aksel V. Johannesen, løgmaður, gleðir seg til vitjanina og møguleikan hjá báðum stjórnarleiðarunum at hittast og eitt nú umrøða samstarvið millum Føroyar og Grønland umframt støðuna í Arktis.

- Hóast hav og ymiskur gerandisdagur er millum okkum, hava vit eitt sterk vinarlag og eiga eina ríka søgu saman. Hesi bond eru týdningarmikil at varðveita og halda fast um", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Leygarkvøldið kl. 17.30 verður skipað fyri móttøku í Hans Egedes Hus saman við føroyingafelagnum í Nuuk, og allir føroyingar eru vælkomnir til hesa móttøku.

Samstarvsráðið hittist
Í komandi viku verður árligur fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har Grønland í ár hevur formansskapin. Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum, og endamálið við ráðnum er at styrkja um samstarv og samskipan í mun til áhugan hjá stórveldum fyri norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum sambandi koma landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum til Grønlands.

Ríkisfundur millum stjórnarleiðara
Sum partur av vitjanini, verður Ríkisfundur millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum. Fyrsti Ríkisfundur millum londini varð hildin í 1983. Tað eru sostatt 40 ár í ár, síðani fyrsta Ríkisfundin.

Føroyska ferðalagið fer avstað aftur úr Grønlandi hósmorgunin 8. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo