Tinganes: Ársfundurin í Norðurlandaráðnum verður hildin fyri 76. ferð. Høvuðsevnið á ársfundinum hesa ferð er "friður og trygd í Arktis".
Dagføring av Helsingsforsavtaluni
Eitt, sum er sermerkt fyri ársfundin í ár er, at eitt uppskot at dagføra Helsingforavtaluna fyriliggur. Ein møgulig dagføring fer at styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønland og Álandi i norðurlendska samstarvinum, og verður eitt týðandi stig móti arbeiðinum at tryggja Føroyar sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Fylg við her
Ársfundurin verður settur týsmorgunin 29. oktober og, løgmaður heldur røðu týsdagin seinnapart.
Til ber at fylgja við ársfundinum beinleiðis her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo