Uttastovuminsitarin, Høgni Hoydal, stendur í ramasta álvara og fortelur, at vit ongantíð fingu Marshallhjálp.
Hvat feilar honum?
Lýgur hann við vilja ella hevur hann so lítla hylling á føroyskari søgu?
Vit fingu bæði til SEV og til tað nýggja Tjaldrið.
Hvat skullu slíkar lygnir til?
Tann samlaða upphæddin bleiv við argumentum frá Petur Mohr Dam hækkað, tí tann menniskjansligi statsministarin Hans Hedtoft gekk við til, at vit føroyingar fingu munandi meira, enn vit høvdu moralskan rætt til eftir fólkatalinum.
Slík ósømulig søgufalsking á Løgtingi átti at verið harðliga átalað av løgtingsforkvinnuni.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo