Runt um í Europa liggja tíggjutals LNG-skip fullfermd við gassið fyri milliardir.
Tey bíða eftir betri prísi og tørni.
Men samtíðis sum tey liggja og bíða økist klimaútlátið.
Flótandi natúrgass (LNG) er eitt av alternativunum til russiska natúrgassið, sum Europa hevur verið so treytað av, skrivar NRK.
Yvir 30 skip antin liggja ella stima aftur og fram út fyri europeisku terminalunum sum kunnu taka ímóti frysta gassinum. LNG kemur við skipi, antin úr USA, Miðeystri ella Noreg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo